Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í morgin tann 1. apríl 2021 byrjar Jósup aftur at sigla til Mykinesar.

Vanliga hevur siglingin til Mykinesar verið fýra mánaðir um árið.

Siglt hevur verið frá 1. mai til 31. august.

Í fjør var siglingin um heystið longd til 17. oktober, tó frá 1. september tríggjar túrar um vikuna.

Men í ár er longt í hinum endanum, so siglingin byrjar í morgin 1. apríl 2021. Í apríl verður eisini sgilt tríggjar túrar um vikuna.

Siglt verður teir dagar, tá ið tyrlan ikki flýgur, tað vil siga at siglt verður týsdag, hósdag og leygardag.

So nú er gamaní at halda páskir í Mykinesi - flúgv ella sigl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo