Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Páll á Reynatúgvu frá Tjóðveldi, segði í gjár í síni framsøgurøðu til fíggjarlógaruppskotið 2022, at har var ongin X-Faktor í uppskotinum.

Eg má siga, at eg skilji hann slett ikki, tí í mínari verð, er X-faktorurin sera eyðsýndur.

Alt Føroya fólk er X-Faktorurin.

Føroyingar hava staðið saman um at halda búskapin koyrandi, í mest avbjóðandi tíðum nakrantíð, ung sum eldri.

Tað bleiv spátt, at vit komu at hava risa hall á fíggjarlógini, ja, kanska upp til 1,5 mia. í 2020, men hetta bleiv gjørt so dyggiliga til skammar av Føroya fólki.

Øll hava kent sviðan av Koronu, líka frá barninum í vøgguni og til okkara elstu. Men hóast avbjóðingarnar, hevur fólkið, ið búleikast her, framleitt og virkað, nærum sum um onki var hent.

Tá Føroyar lukkaðu niður í fjør vár, fóru nógv at arbeiða heimanífrá, sum hevði við sær ein stóran eftirspurning eftir vørum og tænastum. Hotellini og forrætningar fingu úr at gera (í frástøðu sjálvandi), men hetta virksemið gjørdi, at handilsvinnan blómaði og hotellini kláraðu at hóra undan.

Vit í Sambandsflokkinum hava altíð havt eitt ótrúligt álit á føroyingum og evnunum hjá okkum øllum at tilpassa okkum broytandi viðurskifti.

Sjálvt ikki Korona steðgaði okkum.

Erhard Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í fíggjarnevnd løgtingsins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo