Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

(mynd: TJ Myndir)

(mynd: TJ Myndir)

Felagið Ango í Vági hevur keypt trolaran Junior úr Hirtshals. Junior er fyrrverandi Nýborg, sum í 2017 kom til Vágs og var heimahoyrandi har eina tíð.

- Vit vóna at koma til Føroyar við skipinum um eina viku, sigur Heri Godtfred, sum saman við trimum øðrum hevur keypt skipið, við Føroysku Sjómansmissiónina, sum skrivar um keypið.

- Vit uppfylla allar treytir og mangla nú tað endaliga fiskiloyvið frá mynduleikunum, sum vit vónandi fáa fyrsta dagin. Skipið er nýliga klassað, er í góðum standi og hevur síðstu tíðina roynt eftir ídnaðarfiski í Norðsjónum, sigur hann.

-Vit koma at sigla skipið heim undir donskum flaggi og umflagga tað í Føroyum, tí tað er lættari. Skipið kemur at eita Ango og vit vóna at kunna landa mest gjørligt í Suðuroy. Eg og John Mikkjal, bróður, koma at føra Ango og 10 mans verða við, sigur Heri Godtfred við Føroysku Sjómansmissiónina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo