Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit báðir vóru jú fyri mongum árum síðani starvsfelagar á Kambsdali, til tú varð settur í starv sum biskupur.

Eg kann vátta, at tú ert eitt ljóst og gott menniskja, sum vil øllum tað besta. Og sum almennur persónur hevur tú jú víst, at tú hevur orðið í tínari makt og at tú dugir sera væl at seta ein tekst saman. Har er einki at seta nakran fingur á.

Men Jógvan, ert tú ikki – um ikki annað so í ein ávísan mun - samdur við mær í, at tíðin nú er komin hjá føroysku fólkakirkjuni at koyra fingrarnar í deiggið og tala beinleiðis og meira alvorliga at tí tannagríðslandi politikki, sum almennu Føroyar hava ført og framvegis føra mótvegis teimum mongu desperat treingjandi menniskjunum úti í heimi?

Øllum hesum stakkals menniskjum kunnu vit tíverri ikki hjálpa, men nøkrum kunnu vit altíð hjálpa. Og vit eiga at ansa væl eftir, at vit ikki uppfata tey sum ein gráan, anonyman hóp úti í stóru verð, men uppfata tey sum tað, sum tey eru: Sárbar menniskju við kenslum, sansum, vónum og dreymum eins og vit. 

Í tínari grein “Grammleiki ella nøgdsemi” (VP 9/10/2021) ert tú sum ikki einaferð beinrakin í tínari skriving: “Fyri mær er tað eyðsýnt, at vit kristnu mega taka ábyrgd og varpa ljós á tað sosiala og fíggjarliga økið. Hvat er rætt og rímiligt? Í mun til hvat er tað rætt og rímiligt?

Hugstoytt er í allari vælferð at hoyra um fólk sum detta niður ímillum. Vit mega seta dugnaligar trolaramenn at bøta meskurnar á tí sosiala trygdar netinum. Tað er gott, men ikki nóg mikið, at vit prædika um góðgerðir og umsorgan.

Kirkjan/samkoman og hin einstaki trúgvandi mega ganga á odda. Vit eiga at geva burturav okkara yvirflóð til tey neyðstøddu heima hjá okkum sjálvum og úti í heimi. Nakað verður gjørt, men vit kunnu gerast dugnaligari. Kristindómur er millum annað at taka sosiala ábyrgd í nærumhvørvinum. Tað var tað, Jesus gjørdi.”

Hetta eru góð og vælmeint orð frá ovastu rók í føroysku fólkakirkjuni, men tey koma eftir mínari meting til at hanga líkasum í leysari luft, um eingin konkret handling kemur í kjalarvørrinum av útsøgnini. Man kann sjálvandi vóna, at tey festa rót onkunstaðni, men tað er og verður so bara ein vón.

Tí fari eg hervið at spyrja teg: Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot, um tú í eina tíð droslaði niður fyri tínum føgru, ofta høgtsveimandi orðum og fór undir at arbeiða meira lágpraktiskt. Bara í eina tíð.

Tað fyrsta, sum tú kundi fingið í lag, var vegna fólkakirkjuna at skriva eina yvirlýsing, sum allir prestarnir í Føroyum settu sína undirskrift á. Ein staðilig áheitan á politiska myndugleikan um at uppraðfesta neyðhjálpina til útheimin her og nú. Eingin eftirfylgjandi teologiskur ella politiskur polemikkur, bara ein áheitan frá einari samdari fólkakirkju - og so SLUTT!

Tað vildi veri undarligt, um ein so massiv og markant manifestatión ikki hevði eina ávísa tyngd og hevði gjørt onkran mun.

Møguleikarnir hjá tær og øðrum fyri at bera seg undan at taka hetta stig eru helst fleiri, t.d. at tað ikki er siðvenja at fólkakirkjan blandar seg upp í praktiskan politikk. Og so er tað jú hetta, at tann fíggjarliga lívæðrin hjá fólkakirkjuni gongur so beint úr landskassanum, sum tann politiska maktin jú umsitur. Tí hevur fólkakirkjan í prinsippinum alla orsøk til ikki at klamsa við hurðunum. Men í praksis er hetta neyvan relevant, hugsi eg.

Ein annar máti sum føroyska fólkakirkjan virkuliga kundi gjørt hol í sjógvin upp á hevði verið at tikið stig til eina landsinnsavning við einum showi í sjónvarpinum og møguliga lokalum innsavningum kring landi. Hetta tiltak skuldi sjálvandi verið lagt soleiðis, at tað ikki kom upp á tvørs av øðrum líknandi tiltøkum. Tað er jú eitt mark fyri, hvussu nógvar innsavningar kunnu vera innanfyri eitt ávíst tíðarskeið.

Jógvan, tú hevur undir tínari leiðslu ein heilan herskara av sera væl útbúnum fólkum, sum eru von við at leggja til rættis og ikki minst miðla til eina størri fjøld. Tað skuldi ikki undra meg, um fleiri av teimum eisini hava kreativ evnir, sum tey kundu brúkt í hesum sambandi. So hetta mátti verið einfalt nokk at fingið í lag til stóran linna og signing fyri mong menniskju í svárari neyð úti í heimi.

Tað má vera tungt og svárt at vera fátækur. Men tað má vera tyngri og svárari at vera fátækur og gloymdur. Lat okkum øll hava tað í huga.  

Hetta vóru so mínar viðmerkingar til tína nýggjastu grein á Vágaportalinum, Jógvan. Vónandi tekur tú okkurt av hesum til tín.

Alt tað besta!

Eivin Simonsen
Rituvík  

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo