Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Eitt av teim mest hugfarsligu menniskjum, ið eg havi hitt á ævi míni, Kaj í Bartalsstovu, hevur siglt seinasta strekkið og náddur inn í ”havnina, sum hann tráaði eftir”, soleiðis sum skrivað stendur í Skriftini og sum hann mangan tók til.

Umleið eini hálvthundrað ár eru liðin síðani eg hitti Kaj í Bartalsstovu fyrstu ferð. Frá fyrsta degi ein ómetiliga spennandi maður at skifta orð við.

Kaj var sonur Lenu og Hans í Bartalsstovu í Syðrugøtu, sum fingu sjey børn.

Kaj var hitt fjórða barnið í røðini og føddur í 1924. Hini vóru: Turid, Eli, Jonhild, Torbjørg, Karin og Elinborg Maria.

Sjáldsom evni at samskifta við fólk
Kaj dámdi væl at lesa, var forvitin av lyndi, las nógv sum stórur smádrongur og visti tí nógv. Hetta gjørdi hann føran fyri at samskifta og práta við onnur sum fáur. Í hesum var Kaj á heimavølli, livdi við í tí sum hann segði við kroppi, eygnabrái og eyðkendu rødd síni. Hann kendist sum ein ótømandi kelda av vitan innlivan og lívsvísdómi, ið ikki var sprottin úr turrum lærdómssetrum, men úr einum vanligum føroyskum heimi, vanligari føroyskari bygdarmentan og gudsóttandi uppaling, ið gav honum ein lívsførning, ið kundi metast við tað allarbesta. Kaj var ættarkærur og góður við síni.

Kaj giftist við Daniu úr Porkeri. Tey bæði fingu børnini: Kristiannu, Hans Leo, Torry, og Jógvan Páll. Tá systir Daniu, Elisabeth, andaðist á ungum árum, tóku tey eina av døtrum hennara, 6 ára gomlu Hjørdis, til teirra at verða.

Kaj Í Bartalsstovu var ein av okkara kendu sjómonnum, skiparum og stýrimonnum, ið gjørdi sítt lívsverk á sjónum fyri seg, síni kæru, land og fólk. Hann var við ymiskum skipum og trolarum. Í mong ár sigldi hann við Kjølbro-trolarum og førdi mangan fongin til lands við Jóannesi Paturssyni, Hvítanesi, Logos, Kristinu Logos, Arctic Viking, Stellu Karinu og øðrum við.

Kaj hevur siglt á flestu fiskileiðum, har føroyingar hava fiskað. Hann hevði framúr gott minni, kundi neyvt dagfesta veiðutøl og hendingar á sjónum. Har er mangt og mikið at umrøða. Eg fari at taka einstakar persónligar hendingar fram.


Fyri tað fyrsta. Dania og Kaj vóru við á eini av ferðunum til heilaga landið. Stuttligt var at hava tey bæði við í hópinum, altíð áhugað í øllum, ið tey sóu, spurdi Kaj um so mangt og hevði áhugaverdar viðmerkingar.

Ein dagin vit í miðeystursólini – í 31 hitastigum - stóðu í túninum uttanfyri gistingarhúsið við Deyðahavið, segði eg við Kaj:

- Tolir tú, sum ert farin upp um tey áttati árini allan hendan nógva hitan? Kaj svaraði:

- Eg skal siga tær tað, at eg havi staðið á trolaradekki og bøtt trol í 31 kuldastigum – og tað gjørdi mær ikki mun.

Fyri hitt annað. Vit vóru til eina jarðarferð í kirkjugarðskapellinum í Havn. Við endan á minningarløtuni – eftir at jarðarferðarrøðan var hildin og seinasti felagssangurin sungin - hoyrdist knappliga ein reyst rødd seta í at syngja har afturi í høllini. Tað var Kaj í Bartalsstovu, sum á henda hátt - púra einsamallur - vildi geva sítt íkast til sorgarlinna hesa døpru løtu við vónríkum sangi um ævigu vónina og himmalska landið.

Kaj, sum var um 12 ára aldur tá ið hann gav lív og ævinleika sín í hendur Jesusar, Meistarans úr Nazaret, hevur mangan í heimasamkomu síni Filadelfia í Gøtu, reist seg upp og sungið einsamallur – uttanat. Hann saknaðist ongantíð sunnumorgnar, men var trúfastur at savnast saman við øðrum í samkomuni at minnast frelsara sín.

Ein sang, sum mong hava hoyrt Kaj syngja, er sangurin sum Líggjas Húsgarð, bóndi í Syðrugøtu týddi til føroyskt fyri Victor Danielsen. Eisini hendan sangin sang Kaj hvørja ferð uttanat við ein rødd, ið týðiliga hoyrdist av hvørjum mansbarni, ið innanveggja var. Hesin sangurin varð eisini sungin við jarðarferðina:

Í ungdómi stóð,
mær verðin so ljós og so lokkandi góð.
Til Harran bert sjáldan eg vendi mítt sinn,
tí veikt var mítt hold, tá ið syndin slapp inn.
Tey orð um Guds son, um hans kross og hans deyð,
so tóm hoyrdust tey.

Men Gud stórur er,
hann finnur væl veg til hvønn syndarara her.
Hans náði er trúføst, hann gloymdi meg ei,
Hann fann meg til endan á villini leið,
hann fann meg og bar meg úr vantrúnnar neyð,
sum hirðin sín seyð.

So er tað tá vist.
Eg frið havi funnið í tær, Harri Krist!
So tori eg trúgva, at Gud elskar meg,
at Jesusar blóð mína synd tváaði.
Eg halli meg at tær, og leggist á knæ
við Golgata træ.

Yrkt: Andreas Fibiger, Danmark
Týtt: Líggjas Húsgarð

Svenning av Lofti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo