Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Eg haldi at vit føroyingar skuldu tikið saman hendur og gjøgnum okkara politisku flokkar gjørt eina tjóðarsemju um at minkað ríkisveitingina eftir 10 árum niður í null. Eg kann ikki longur hyggja í eyguni á mínum synum og siga at vit skulu hava stuðul úr øðrum landi, eg havi lært teir at verða stoltar og at klára seg sjálvar.

Tað skrivar fyrrverandi formaður í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen á sínum facebookvanga í morgun.

Tað hevur annars ikki verið sambandspolitikkur at minka heildarveitingina úr Danmark.

Kaj Leo Holm Johannesen hevur áður vakt ans við sínum úttalilsum. Einaferð segði hann, at hann droymdi um ein ríkjafelagsskap heldur enn ein ríkisfelagsskap - ein felagsskap ímillum trý javntsett lond, Føroyar, Grønland og Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo