Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Mánadagin og týsdagin verður frískur vindur ímillum landnyrðing og útnyrðing, smáskýggjað og hitin um tvey stig.

Mikudagin og hósdagin verður gul av norði, sól ein stóran part av degnum, men kalt, niður í eitt stig mikudagin og trý stig hósdagin.

Fríggjadagin frískar hann aftur vindin nakað, ættin verður mest útnyrðingur, smáskýggjað og kalt, ímillum eitt og trý stig.

Næsta vikuskifti verður eitt sindur lýggjari, upp í fimm stig, mest vestan leygardagin og av ymsum ættum sunnudagin, løtur við sól og turt fyri tað mesta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo