Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Síðani Skúlin á Fløtum flutti úr bygningunum á Frælsinum hevur samskifti við millumbilum verið millum Tórshavnar kommunu og Føroya landsstýri um, hvat bygningarnarnir á Frælsinum, ið eru samogn millum landið og kommununa, skulu brúkast til.

Partur av hesum samskiftið hevur snúð seg um skúlabygningin í Hoydølum, ið somuleiðis stendur tómur.

Í eini roynd at finna eina loysn á fleiri avbjóðingum undir einum, eru Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið komin ásamt um at leggja fram eina loysn, ið loysir hølistrupulleikarnar hjá bæði landsmyndugleikunum og kommununi og letur upp fyri, at sjøtul kann setast á stóru campus-verkætlanina hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum.

Fróðskapasetur Føroya heldur í dag til í fleiri bygningum, eitt nú í Sjóvinnuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu. Ein ætlan um at savna Fróðskaparsetrið í einum campus-øki á Frælsinum hevur leingi verið í umbúna.Samstundis hevur kommunalt politiskt ynski verið frammi um at savna alla fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu á einum stað.

Við at flyta Fróðskaparsetrið úr leigumálinum í Sjóvinnuhúsinum og út í bygningarnar á Frælsinum og við at flyta fyrisitingina hjá kommununi úr mongu bygningunum í miðbýnum og út í Sjóvinnuhúsið, verða atlit tikin til ynskini hjá bæði Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetrinum.

Í eini avtalu er ætlanin at lata landinum ognarrættin á teimum 40% av samognini á Frælsinum, sum kommunan er eigari av í dag, umframt alla lon 4, móti at kommunan fær gamla studentaskúlabygningin í Hoydølum, og at kommunan samstundis gerst leys av einum gávulyfti, ið Tórshavnar býráð í 1990 gav Fróðskaparsetrinum um at lata lendi til víddar umleið 50.000 m² til nýtt Fróðskaparsetur í Marknagili.

Partarnir eru vorðnir samdir um at avgreiða viðurskiftini sína millum sum avtalur um keyp og sølu heldur enn við makaskiftisavtalu, sum upprunaliga var ætlanin.

Avtalan inniber somuleiðis, at Fróðskaparsetrið fer úr leigumálinum í Sjóvinnuhúsinum skjótast gjørligt og í seinasta lagi við ársenda 2024.

Málið kemur fyri á býráðsfundi seinnapartin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo