Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-091/2022 frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, settur Djóna N. Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um klædnareglur í fólkaskúlanum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Tekur landsstýrismaðurin undir við metingini hjá skúlastjóranum í Vestmanna skúla um, at gentur í nalvablusu órógva arbeiðsumhvørvið á skúlunum kring landið?

2. Metir landsstýrismaðurin, at tað eru gentur og kvinnur, sum sjálvar hava ábyrgdina av, hvussu onnur reagera uppá teirra kropp ella klæði?

3. Metir landsstýrismaðurin, at tað er í samsvari við fólkaskúlalógina, at einstakir skúlastjórar – og ikki skúlastýrini – gera slíkar reglur á fólkaskúlum kring landið?

4. Um so er, at slíkar reglur verða settar í verk, hvør skal so gera av, hvussu stuttur ein niðurdeilur kann vera ella hvussu niðurringað ein blusa kann vera?

5. Hevur skúlin heimild til at seta tiltøk í verk, um slíkar reglur ikki verða hildnar?

Svar
Til 1:
Landsstýrismaðurin metir ikki, at tað ber til at siga, at eitt ávíst klædnaplagg er órógvandi fyri undirvísingina í fólkaskúlanum.

Men tað kann hava týdning, hvussu vit eru klødd. Best er, at bæði gentur og dreingir í lagaligum og mennandi samskifti í skúlanum verða gjørd tilvitað um, hvat er hóskandi klæðnaval. Foreldur eru eisini partar í hesum.

Til 2: Tað er altíð tann eintaki persónurin sjálvur, sum hevur ábyrgdina av, hvussu viðkomandi reagerar upp á tað, sum onnur gera.

Í skúlanum eiga vit at menta bæði dreingir og gentur at hava virðing og fyrilit fyri hvør øðrum í øllum lutum.

Til 3: Sambært § 53 í fólkaskúlalógini er tað skúlastýrið, ið ásetur meginreglurnar um virksemi skúlans. Skúlastjórin hevur sambært § 55, stk. 2 ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av skúlanum og ábyrgdina av virksemi skúlans mótvegis skúlamyndugleikunum á staðnum, og skúlastjórin kann taka stig til at seta átøk í verk, um tað møguliga eru umstøður, ið kunnu órógva undirvísingina.

Og sambært § 55, stk. 5 er tað skúlastjórin, sum hevur eftirlit við, at teir næmingar, sum eru innskrivaðir í fólkaskúlan, fylgja nóg væl við undirvísingini.

Til 4: Grundleggjandi eru tað børnini sjálvi og teirra foreldur, ið avgera, hvørji klæðir næmingarnir lata seg í, tá tey fara í skúla. Um ein næmingur ikki er hóskandi klæddur, so er hetta nakað, sum eigur at verða tikið upp í munnligum samskifti á ein lagaligan hátt við næming og foreldur.

Tað kann vera torført at áseta neyvar reglur fyri slíkt, men má tað gerast í góðum forstáilsi og virðing fyri hvør øðrum.

Til 5: Skúlin hevur heimild at seta tiltøk í verk, tá skúlin gerst varugur við umstøður, sum kunnu órógva næmingarnar, flokkin og undirvísingina.

Í fólkaskúlanum, eins og í øðrum arbeiðsplássum og undirvísingarstovnum kring landið, finnast tað í samsvari við siðvenju nakrir vanligir normar fyri klædnabrúk, og hesir normar liggja ofta til grund fyri óskrivaðar reglar um, hvørji klæðir eru hóskandi til skúlabrúks.

Sum grundregla átti tað ikki at verða neyðugt hjá skúlanum at orða niðurskrivaðar reglur um, hvørji klæðir næmingarnir lata seg í.

Um lærarar og skúlans leiðsla tó meta, at avbjóðingin gerst ov stór við óhóskandi klæðum, sum hava neiliga ávirkan á læruumstøður, so er tað altíð skilabest fyrst og fremst at taka hetta upp í tøttum samskifti við einstaka næmingin og foreldrini.

Í vanliga gerandisdegnum í skúlanum prátar lærarin javnan við næmingar og flokk, um sømiligan atburð, trivnað og arbeiðslag, og um tað gerst neyðugt at taka eina samrøðu um klædnanýtslu, so eigur hetta at verða gjørt í einum anda, ið er grundaður á næminganna samábyrgd, javnvirði og dannilsi.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo