Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í morgun stóð eitt ótespiligt skelti omanfyri tunnilsmunnan Signabømegin, so øll, ið koyrdu til Havnar, sóu boðskapin.

Boðskapurin var ein endurtøka av svarinum hjá ukraiinsku vaktunum á Slanguoynni í Svartahavinum, sum bóðu stórum russiskum herskipi “Go fuck yourself”.

Undirteksturin var vendur móti borgarstjóranum í Havn: “Skamma teg Heðin, blóðpengar” – og tekstur og búmerkið hjá Tórshavnar havn var alt prentað á stórt skelti, ið líktist ukraiinska flagginum.

Boðskapurin um átakið varð borin á in.fo, har staðfest varð, at kollfirðingar stóðu aftanfyri hesum “mótmælinum”. Víst varð eisini til, at fólk í Kollafirði og á Oyrareingjum eru misnøgd við russisku skipini av larmi og royki.

In.fo staðfestir, at kollfirðingar tóku stig til hetta sermerkta mótmælið móti, at Tórshavnar havn letur havnirnar í kommununi standa opnar fyri russisku skipunum.

VP hevur spurt Heðin Mortensen, borgarstjóra, hvørjar viðmerkingar hann hevur til hetta “mótmæli”.

Óseriøst
- Í fyrsta lagi trúgvi eg lítið uppá, at tað eru “kollfirðingar”, sum standa aftanfyri. Hatta minnir meira um føstu mótmælararnar á Facebook og aðrastaðni, sigur Heðin Mortensen.

- Øgiliga ógvusligt eisini at verða skuldsettur fyri at taka ímóti blóðpengum. Blóðpengar eru mær vitandi eitt revsigjald, ein má lata fyri at hava dripið onkran. So tað kann eg veruliga ikki taka seriøst.

- Tað stutta av tí langa er, at landsins myndugleikar hava gjørt eina fiskiveiðiavtalu við Russland, sum er galdandi til í heyst. Avtalan staðfestir, at umskipan av fiski í opnum sjógvi er bannað. Tí hava myndugleikarnir givið loyvi til umskipan í føroyskum havnum.

- Og tað mugu vit fyrihalda okkum til, so leingi avtalan er galdandi. Tórshavnar havn og aðrar havnir reka vanligt tænastuvirksemi. Politikkurin hoyrir heima í løgtinginum.  

- Eg haldi eisini, hetta er keðiligt fyri herbúgvandi russarar og øll tey, sum á onkran hátt samskifta við russararnar. Eisini russiska sjófólkið. Hetta leggur eitt óneyðugt trýst á tey.

- Slíkir tekstir hava jú nærmast rasistiskar undirtónar, og tað er sera harmiligt, sigur Heðin Mortensen í stuttari viðmerking við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo