Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

(mynd: Eysturoyarportalurin)

(mynd: Eysturoyarportalurin)

(mynd: Eysturoyarportalurin)

Tað kann kosta Eysturoynni 100 arbeiðspláss um IRF flytir sítt virksemi til Havnar.

Tað sigur stjórin á Faroe Marine Products, eisini nevnt Høvdavirkið, Eirikur á Húsamørk við Eysturoyarportalin.

Hetta fer at fáa katastrofalar avleiðingar fyri Faroe Marine Products, men ikki bert fyri okkum, men øll sum hava við fisk og fiskivinnu at gera. Eg vænta áleið eini 100 fólk koma at missa arbeiði tilsamans her á økinum, sigur Eirikur á Húsmørk.

Høvdavirkið fær orku frá IRF til at turka fiskahøvd og ryggir til matna. Virkið fær sína rávøru frá øllum fiskavirkjum í Føroyum.

- Um tað verður soleiðis, at IRF á Hagaleiti gevst og letur aftur, so er einki Høvdavirkið meira. Tað er so heilt sikkurt! Og er einki Høvdavirkið, so missa øll arbeiði somu løtu tað hendir, sigur Eirikur á Húsamørk. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo