Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kanningarnevndin sum hevur kannað hendingarnar í januar 2021, tá ruðuleiki valdaði á Capitol Hill í Washington, mælir til at saksøkja Donald Trump fyri tað sum fór fram.

Fýra ítøkilig brot á lógina eiga at roynast við ein dómstól, heldur nevndin, eftir at hava lisið rúgvur av skjølum, avhoyrt yvir 1.000 vitni, hugt at videoupptøkum og lurtað eftir telefonsamrøðum.

Ákærin eigur at royna at fáa Donald Trump dømdan fyri at forða eini parlamentariskari handling, fyri svik ímóti amerikansku stjórnini, samansvørjing um lygnir og ikki minst: Uppreistur.

Tað verður ikki hildið sannlíkt at ákæra verður reist um uppreistur, tí onki fordømi er um nakað slíkt í rættarsøguni hjá USA, og tí verður tungt at lyfta próvbyrðuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo