Kanningin hjá Ken Nónklett, kanningarstjóra - kanning eftir umbøn frá Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum - av embætisførsluni hjá Jacob Vestergaard, fyrrverandi fiskimálaráðharri, kostaði yvir 1,3 milliónir krónur.
Tað svarar Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, til fyrispurning frá VP.
Sambært svarinum kostaði kanningin neyvt 1.312.327,50 krónur.
Les eisini:
Jacob Vestergaard fær ikki átalu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo