Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Góðu tit.

Vælkomin til eyðmjúka, einfalda, føroyska og ærliga filosofiska heimildarfilmin "Starin í stovuni".

Filmurin varir 35 minuttir; sirka tað sama sum ein undivísingartími í skúlanum.

Kanska er filmurin gjørdur til at læra eitthvørt um lívið, kærleikan og vónina. Ella møguliga er hann ein gudstænasta, hesin ópretentiøsi filmurin.

Eg veit ikki.

Men eg haldi meg vita, hvat hesin filmurin ikki er. Fram um alt varð hann ongantíð hugsaður sum ein kykmynd til ummælarar. Ei heldur er hann eitt verk, sum við snildum effektum skal halda tykkum til.

Hesin filmurin krevur uppmerksemi. So sløkkið hasa fartelefonina. Heilt. Goymið hana burtur. Ja, gloymið hana. Ongantíð betri, um tit ongantíð tendra hana aftur. Har er lítið og einki at heinta.

Men her er nakað at fá fyri hana og hann, ið klára at savna seg ta stund, sum nettupp er ein skúlatími ella, um væl vil til, ein gudtænasta. Setið tykkum væl til rættis og njótið hesa lítlu og eftir mínum tykki sigandi lívsløtuna.

Tað eri eg, Høgni Mohr, sum eri filmsmakarin. Er okkurt at finnast at, so sigi eg sum Ejler Jacobsen í Vági, eyknevndur Tarapillið. Ejler slepti av óvart einum vindi í biografinum í Vági og var skjótur at venda sær til ta fínu damuna viðsíðunaav og siga: "Gev bara mær skyldina!"

Góðu tit!

Forteljari og høvuðspersónur í kvøld er Jógvan Højsted úr Funningi. Mótsett monnum flest í miðlum flest fortelur Jógvan ikki um sítt lív, men um sjálvt lívið. Og filmurin verður, ið hvussu er, eitt varandi minni um júst hendan mannin. Jógvan er gjørdur ódeyðiligur. Takk fyri møguleikan.

Maðurin, sum hevur klipt filmin saman við mær, er Eyðun Müller Thomsen. Hann er sonur Jan Müller, ið gav mær tann fyrsta, fasta kjansin sum skribentur. So tað er mín skylda at vera góður við Eyðun.

Og, góði Eyðun, sum er barnabundin í dag: Tú er fantastiskur at arbeiða saman við. Sum allir teir myndamenn, mær er unt at starva saman við gjøgnum árini, ert tú ein sannur listamaður. Eingin tykkara er líka, og tit eru allir líka stórir kunstnarar.

Ein góður tónasmiður hevur skapað oyrakulissuna til okkara verk. Hann eitur Líggjas Olsen. Eg havi havt ta gleði at hava fingið sergjørdar tónar frá hesum megnarmanni fyrr. Tað var til sjónvarpsrøðina, Summarsál.

Ljóðarbeiðið hevur Finnur Hansen gjørt. Hann er tann besti av øllum, og tað hevur hann altíð verið.

Takk eisini til Pætur Høj. Uttan tínar upptøkur tveir kaldar dagar í Funningi var einki. Og uttan alla ta ótrúligu útgerðina, tú og Klæmint Klakk eiga, var eingin filmur yvirhøvur.

Takk til Rúna Brattaberg fyri at hava mint meg á, at nú mátti hetta arbeiðið gerast, áðrenn tað varð ov seint.

Og sera stóra takk til tín, Tobbi, og til tína fantastisku kommunu - inkl. Sølva Reinert Hansen - fyri stuðul og vælvild og sannan áhuga fyri hesi verkætlan og fyri øllum øðrum, sum eg takist við sum rithøvundur. Av hjarta: Takk.

Eg takki eisini Kringvarpi Føroya og Barbaru Samuelsen, sum var góð at starva saman við, bæði hesaferð og tá ið røðin, Summarsál, varð gjørd saman við Rógva Rasmussen og áðurnevnda tónasmiði, Líggjasi Olsen.

Barbara tykist hava setningin: Projekt fram um persónar og tíðartreytaðar meiningar. Tað er klókt. Soleiðis arbeiðir tú í tíni egnu samtíð fyri at skapa virðir til eftirtíðina.

Stóra takk eisini til tykkum, sum annars hava stuðlað filminum: Fyrst og fremst Mentanargrunnur landsins, Tórshavnar kommuna, Jutta Helgadóttir, Niels Mortensen og Atli Gregersen.

Og Sólfríð: Fyri meg ert tú til stóran íblástur, tá ið tað um tær stóru, sterku og stundum óstýriligu kenslurnar ræður. Takk, elskaða Sólfríð!

At enda: Filmurin verður vístur í KvF á jólum, og tit eru tey fyrstu, sum sleppa at síggja hann. Gerið so væl!"

Høgni Mohr

Mynd: Erla Leonsson

Plakat: Eyðun Müller Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo