Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tørvur er á at víðka verandi kapell í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin, so fleiri sitipláss verða tøk til jarðarferðir. Kapellið varð tikið í nýtslu í 1951. Arkitektur var H.C W. Tórgarð. Kapellið bleiv víðkað fyrst í 1970´unum. Bygningurin hevur høgt varðveitingarvirði.

Hugskotið snýr seg um at byggja uppí miðskeiðis á eystursíðuni av bygninginum. Flatmyndin fær tá eitt “krossskap” við altarinum í miðjuni. Pláss verður fyri umleið 250 fólkum móti umleið 150 í dag.

Umframt ætlanina at byggja verandi kapell út er eisini tørvur á at umvæla verandi kapellbygning. Stóra umvælingin av kapellinum í 2005/2006 eydnaðist í stóran mun væl, men nakrir sjónligir trupulleikar vísa seg at koma aftur. Eitt nú síggjast rivur í útveggunum, og virksemið í kapellinum er eisini darvað av, at puss og máling innandura áhaldandi skallar av.

Viðvíkjandi umvæling skulu ymisk átøk gerast. Umframt at umvæla innveggir verður mett, at tíðin eisini er komin at skifta verandi vindeygu út við nýggj vindeygu í sama sniði, men gjørd nakað øðrvísi soleiðis, at vindeyguni bjálva betri. Eisini at tett verður væl um vindeygu í sambandi við útskifting.

Mett verður, at frægasta tíðin at gera umvælingar av slíkum slag er um várið/summarið. Væntast kann, at alt arbeiðið við umvæling og útbygging kann strekkja seg yvir tvey fíggjarár.

Byggi- og býarskipanarnevndini hevur mælt til nú at samtykkja at heimila umsitingini at bjóða út arbeiðið at skifta út verandi vindeygu og gera sáttmála um hetta, at fara undir fyrireikingararbeiði og útinnan av betong- og pussumvælingum á verandi veggir. Málið er samtykt í fíggjarnevndini og kemur fyri á býráðsfundi í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo