Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sambært Útvarpinum so er kappróðurin á Vetsanstevnu útsettur í ein tíma.

Útvarpið sigur seg rokna við at fáa nærri boð heilt skjótt.

Allir bátarnir eru bidnir um at koma inn aftur frá málinum, segði Útvarpið.

Sambært Útvarpinum so holvdist ein bátur úti á málinum, tá ið teir skuldu stramma startin, segði dómarin við Útvarpið.

Starturin var slakkur og tá ið teir so stramma hann, var hann undir einum báti sum so holvdist og allar genturnar endaðu á sjónum, sambært Útvarpinum.

Útvarpið segði eisini at allar genturnar á bátinum fáa kreppuhjálp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo