Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Aftrat Sigmund Mikkelsen, stjóra, kemur Kári Sigvardsen inn at stjórna Framskák

Aftrat Sigmund Mikkelsen, stjóra, kemur Kári Sigvardsen inn at stjórna Framskák

Aftrat Sigmund Mikkelsen, stjóra, kemur Kári Sigvardsen inn at stjórna Framskák

Framskák: Kári Sigvardsen kemur saman við Sigmund Mikkelsen at vera stjóri hjá Framskák, og fer hann at hava ábyrgd av innanhýsis rakstrinum.

Kári er 42 ára gamal og kemur úr starvi sum rakstrarstjóri hjá Magn, har hann starvaðist í knøpp 10 ár. Kári hevur drúgvar royndir við leiðslu og at skipa og effektivisera arbeiðsmannagongdir við at nýta KT og tøkni.

“Vit fegnast um at fáa Kára við í okkara toymi. Við hansara drúgvu royndum styrkja vit um okkara rakstur og arbeiðsmannagongdir, og somuleiðis styrkja vit um okkara Tænastukervi, ið vit leggja stóran dent á," sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo