Tað eru átta ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út. Kærleikskúlan 2016 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2016, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.
Á hátíðarløtuni fer Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálaráðnum, at flyta fram røðu og Ása Olsen, fer vegna stýri fyri Dugna, at heiðra eina virðiliga fyrimynd.
Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini.
Kærleikskúlan 2016 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá síðst í november og til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.
Skrá 23. november 2016 kl. 9.00
Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, flytur fram røðu.
Kærleikskúlan 2016 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið.
Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna 2016 til eina virðiliga fyrimynd.
Ábit og drekkamuður verða at fáa.
Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2016 henda dagin í Listaskálanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo