Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Eitt týskvøld miðskeiðis í mai 1922 hittust 15 ungir menn í einum kjallara í Tórsgøtu í Havn. Ungu menninir høvdu tað felags, at teir allir høvdu lært at spæla uppá og at lesa nótar hjá bornholmaranum Georg Kaspar Hansen, vanliga nevndur Bakar-Hansen, sum meginpartin av sínum vaksna lívið livdi og virkaði í Havn.

Hetta kvøldið í mai 1922 stovnaðu hesir 15 ungu menninir Harmoniorkestrið GHM til heiðurs fyri gamla lærumeistaranum, sum tá lá til tað seinasta. GHM stendur fyri Georg Hansens Minni.

Tann 14. mai í ár fyllir GHM sostatt 100 ár, og enn er lív í harmoniorkestrinum, sum leingi var tað einasta av sínum slag í Føroyum. Nógv er hent gjøgnum hesi 100 árini, ein rúgva av fólki hevur seinastu øldina spælt við í orkestrinum og tiltøkini, sum orkestrið hevur luttikið í og fyriskipað eru nógv í talið.

Samanumtikið hevur 100-ára føðingardagsbarnið – eins og øll, sum unnast at fylla 100 ár – eina ríka og spennandi søgu, og hendan søgan verður nú søgd í síni heild í forvitnisligu bókini “GHM 100 ár”, sum beint nú er komin í bókabúðirnar.

Tað er kendi og royndi rithøvundurin Helgi Jacobsen, sum hevur skrivað bókina. Hetta hevur hann gjørt við støðið í m.a. blaðgreinum og samrøðum, men ikki minst við støði í gerðabókunum hjá orkestrinum, sum trúliga hava verið førdar upp gjøgnum tíðirnar. Ein ritstjórn við virknum GHM’arum hevur verið Helga til hjálpar, m.a. við at finna fram keldutilfar og myndir.

“GHM 100 ár” er, umframt sjálvandi at siga søguna um GHM, eisini ein siðsøgulig lýsing av føroyska samfelagslívinum gjøgnum seinastu 100 árini, við snúðningsás um ta tónleikalív og felagslív, sum GHM hevur verið miðdepil fyri.

Í bókini er ein hópur av myndum, eldri sum yngri. Í sambandi við 100 ára føðingardagin er eitt risastórt arbeiðið gjørt fyri at savna saman myndir av GHM og GHM’arum gjøgnum tíðirnar, og higartil telur myndasavnið hjá GHM yvir 4.000 myndir. Mest forkunnugi parturin av hesum myndunum, hevur fingið pláss í bókini.

Bókin “GHM 100 ár” er ein bók fyri øll, sum hava áhuga fyri tónleika- og felagslívið í Føroyum gjøgnum tíðirnar. Men øll, sum dáma væl eina góða søgu, kunnu fáa gleðið av bókini. Søguliga og siðsøguliga er bókin eisini ein gripur, sum væntandi kann eggja til og lata upp fyri víðari gransking fyri tann søguáhugaða. Og sjálvandi: Hevur tú ella onkur av tínum spælt í GHM, so mást tú ogna tær bókina.

Bókin, sum er umleið 150 blaðsíður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo