Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kommunur

Onnur bót má latast í súpanina á Vaglinum á komandi býráðsvali. Tað gongur ikki tvey fyri eitt hjá breiðu samgonguni hjá javnaðarflokkinum, og stígur kemur í eitt mál fyri og annað eftir. 

Fyri seinasta býráðsval hevði býráðið einmælt tikið allar prinsipilellar avgerðir um at byggja nýggjan Musikkskúla í Sortudíki og ein stórskúla úti á Fløtum fyri Venjingarskúlan og Kommunuskúlan. 

Semja var um, hvussu skúlin á Fløtum skuldi setast saman, men javnaðarflokkurin var ikki meir enn komin til við øllum sínum fólkum og stuðlum, so skuldi alt runnveltast. Hugurin hjá summum teirra stóð framvegis til ein miðbýarskúla. Langt um leingi varð vikið frá hesum aftur, men tá var hálvtannað ár burturspilt.

Síðani hevur verið totast við Skúlan á Fløtum. Eitt eru samansjóðingarnar, sum mikil spenningur hevur verið um, men verri er, at samgongan hevur í fýra ár fyrireikað seg næstan um rygg, og úrslitið er ikki annað enn, at tann stóra licitatiónin fyri 250 mió ella meir er gjørd til onkis, tí boðini eru ov høg!

At tað betra fólkið á Vaglinum hevur verið úti á Fløtum við haka og vent hvør sínum bøkki longu áðrenn tilboðini komu inn ger ikki søguna hugaligari. Men stuttligt var tað nú at síggja hasa stóru gravimaskinuna blása í lúðurhorn fyri skúlanum, tá hon gróv fyrstu skuffuna av ovasta lagnum. Tað er tað einasta, sum higartil er fingið av skafti av verkliga byggiarbeiðnum. 

Musikkskúlin lá eisini á kósini, tá hetta stýrið tók við. Semja var um at byggja hann í grannalagnum hjá Norðurlandahúsinum og Kringvarpinum. Eisini hetta fekk breiða samstarvið forpurrað. Nú skuldi vera so djúpt í Sortudíki, at borgarstjórin óttaðist fyri, at skúlin fór ikki at grynna har. 

Ein staðseting fyri og onnur eftir kom á borðið. Eina ferð skuldi Musikkskúlin inn í eina hædd í kolldømda Kommunuskúlanum. So skuldi hann leggjast kloss upp at Glasir, so varð hann lagdur við Landavegin, men brádliga skuldi hann oman á Skálatrøð.  Nú løgdust tey fyri og fóru lútandi og herðasligin niðan aftur á Landavegin. 

Har stendur málið enn sum áður. Musikkskúlin er ikki boðin út. Endaliga projekteringin varð útskotin, so útbjóðingartilfarið til Skúlan á Fløtum kundi fáast frá hondini í summar. Nú skal tað gangast ígjøgnum eina ferð aftrat, og spurningurin er tí, um ella nær Musikkskúlin kemur undan kavi aftur. 

Skal hann samtykkjast fyri býráðsvalið, so skal tilfarið koma á borðið sum alraskjótast, og syrgjast skal fyri, at fíggingin til alla byggingina er tøk. Tað er ongin loynidómur, at undirtøkan fyri Musikkskúlanum í veruleikanum hevur verið heldur ivingarsom, og tí var projektið leingi í minna lagi.

Hetta varð rættað við teimum seinastu samtyktunum, sum gjørdar vórðu í vár, men enn er ongin vissa fyri, at Musikkskúlin fær sín nýggja og tiltrongda bygning í hesum umfarinum. Nú klutur er komið í Skúlan á Fløtum, eru útlitini kanska upp aftur ivingarsamari enn tey hava verið. Men stuðul skal ikki skorta frá okkum í Tjóðveldi. 

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo