

Fyrrverandi katalanski økisforsetin Carles Puigdemont er tikin í Italia.
Puigdemont var tikin av løgregluni, tá ið hann hósdagin kom til floghavnina í Alghero á italsku oynni Sardinia, skrivar advokatur hansara, Gonzalo Boye, á Twitter.
Puigdemont kom til italsku oynna úr Brússel í Belgia, har hann býr í sjálvvaldari útlegd, sum limur í Europa-Parlamentinum, sigur advokaturin.
Tað er nú upp til italsku myndugleikarnar at avgera, um Puigdemont skal latast leysur aftur ella útflýggjast til Spania, skrivar DR.DK.
Catalan separatist leader detained in Sardinia, his office says https://t.co/fTlC5GGzJ5 pic.twitter.com/VNQyso5W9U
— Reuters (@Reuters) September 24, 2021
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo