Katar fer at senda 10.000 mobilar bústaðir, sum vóru brúktir undir HM í Katar, til Turkalands.
Tað skrivar Sky News sambært TV 2.
Húsunum búðu nakrir av teimum 1,4 milliónum fótbóltsfjeppum í undir HM.
Tey fyrst 350 vórðu send avstað sunnudagin, og fleiri verða send komandi dagarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo