Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kenda songkvinnan Katrina, úr bólkinum Katrina & the waves, kemur á Oy Voxbotn 2023. Hon var stóra stjørnan í 80’unum og við lívliga sanginum ’walking on sunshine’, toppaði hon á globalum hittlistum kring heimin.

Katrina & The Waves góvu út teirra fyrstu fløgu í 1985 og 23 ár eftir, í 2008, lá hittið ‘Walking On Sunshine’ enn nummar eitt, á hittlistanum í USA.

Eisini duga vit øll, at syngja við til lagið ‘Love Shine a light’ ið var vinnaralagið í Eurovision song contest í 1997, við Katrina & the Waves á odda. Í 2001 byrjaði Katrina sína solo yrkisleið og hevur hon eisini útgivið nógv løg, sum einstaklingur. Hetta sleppa vit øll at syngja við til, á Oy Voxbotn 2023, tá Katrina fer at vekja góð minnir, við ógloymandi hittum.

Vit gleða okkum, at kunngerða enn fleiri nøvn í næstum, tí Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og í heili 2 dagar.

Forsøluprísurin til OY Voxbotn er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, í Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo,

OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, Eta, Burger King, Effo, Coca Cola og Nema.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo