Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Seksualundirvísing á yrkis- og miðnámsskúlum

Spurningar:
1. Hvør er heimildin hjá yrkis- og miðnámsskúlum at loyva uttanhýsis felagsskapum og persónum at koma inn og hava seksualundirvísing fyri næmingum á miðnámi?

2. Hvørji ár hava uttanhýsis felagsskapir ella persónar havt seksualundirvísing fyri yrkis- og miðnamsskúlanæmingum?

3. Hava allir árgangir, t.v.s. 1., 2. og 3. árs næmingar, fingið seksualundirvísing hesi árini?

4. Hvat tilfar er lagt fram fyri yrkis- og miðnámsskúlanæmingunum árini 2017, 2018, 2019, 2020, 2021 og 2022?

5. Hvat vísindaligt grundarlag byggir tilfarið á?

6. Sleppa allir felagsskapir fram at í yrkis- og miðnámsskúlarnar at hava undirvísing?

7. Er tað komið fyri, at ein uttanhýsis felagsskapur hevur fingið noktað atgongd til yrkis- og miðnámsskúlarnar?

8. Um ja, hvørjir eru hesir felagsskapirnir?

9. Kann hugsast, at slík seksualundirvísing kemur inn í fólkaskúlarnar eisini?

Viðmerkingar:
Vika sex er eitt afturvendandi tiltak á yrkis- og miðnámsskúlunum kring landið, har næmingarnir fáa seksualundirvísing.

Tiltakið er m.a. fyriskipað av Sig frá!, Fólkaheilsuráðnum, Apotekinum, Amnesty, Føroya Politi og Gigni.

Seinastu árini hava hesir felagsskapir samstarvað við felagsskapin Kyn, sum hevur verið mest sjónligur og havt umboð úti á skúlunum í sambandi við Viku sex.

Spurningurin er settur fyri at fáa greiði á, hvør heimildin er hjá yrkis- og miðnámsskúlum at loyva slíkum felagsskapum inn, hvat fyri seksualundirvísing næmingarnir fáa, og um hetta kemur inn í fólkaskúlarnar.

Á Løgtingi, 4. mars 2022
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo