At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag, 23.august, fyllir kendi vinnulívsmaðurin Hanus Hansen 60 ár. 

Hanus er uppvaksin í Klaksvík og er Klaksvíksingur við stóra K. Hanus fór eftir loknan fólkaskúla til skips. Fyrst við Borgaranum hjá Innustovumonnunum og síðan við Nónhamri hjá somu eigarum.

Hanus fór síðan á navigatiónsskúla og fekk prógv sum skipsførari í des. 1981. Eftir loknan skúla fór Hanus at sigla við Mortani hjá Kaj við Ennibergi. Fyrst sum dekkari, síðani sum stýrimaður og tey seinastu árini sum skipari.

Í 1996 valdi Hanus at leggja seg upp á land, og bleiv stjóri í JFK fyritøkuni, sum tá hevði skipini Sundaberg og Skálaberg. Í Hanusar tíð sum stjóri er JFK samtakið vaksið úr 2 til upp ímóti 20 skipum, og samstundis fevnir samtakið seg um flakavirkið Kósin, og eisini eitt frystihús, ið eisini verður nýtt sum landingarmiðstøð.

Hanus hevur eisini stóran áhugað í seyðahaldi, og er hann sjálvur bóndi. So seint sum í fjør var hann á skúlabeinki og fekk prógv í landbrúki. At vera bóndi og stórreiðari krevur nógv av einum manni, men hetta klárar Hanus sum ein svisk. Tað er ringt at finna ein mann, sum hevur so nógva orku sum Hanus, og er hann í sving allan sólarringin, og hvør minuttir av døgninum verður fult brúktur. Tað sigur seg sjálvt, um ein skal náa alt sum Hanus tekst við, so skal hvør dagur vera lagdur væl til rættis, og at tilrættaleggja dugir hann sera væl. Tað sæst aftur í øllum, sum hann fær av skafti.

Tey sum kenna Hanus vita, at tað sum liggur fremst í tonkum hansara, er at skapa virksemi í Klaksvík, og sæst tað eisini aftur á øllum skipunum, sum hann er partseigari av. Tað er ikki alt, sum kastar gull av sær, men tað skapar arbeiði til nógvar hendur í lokalsamfelagnum.

Sum ungur var Hanus sera aktivur í bæði fótbólti og hondbólti, og hevði sera góð evnir til bæði. Men sjógvurin dróg, so hann helt uppat við ítróttinum. Tó hevur hann verið sera aktivur við innadura fótbólti, síðan hann legðist upp á land aftur.

Um ein ikki sær Hanus standa undir liðini á tí vestastu ljósmastrini sunnan fyri vøllin á Djúpumýru, tá KÍ leikar, ja so er tað heilt vist, at hann er ikki staddur í landinum. Og tá hondbóltur er, so er hann í høllini um hann er heima. Hanus hoyrist væl, tá hann er við vøllin. Ikki so sjálvdan hoyrist hann rópa á dómaran, tá dømingin ikki gongur hansara liðið til fyrimuns.

Hanus fylgir eisini væl við í enskum fótbólti, hann sær so gott sum hvønn dyst hjá Manchester United, sum verður vístur í sjónvarpinum. Men Hanus hevur ikki altíð verið United fjeppi. Hann hevur gjørt tað, sum helst eingin annar hevur gjørt. Hann hevur skift Liverpool út við United. Tað sigst, at tað var eingin størri LFC fjeppi enn Hanus var fyrr. Men tað lýsir helst Hanus sera væl, tí bæði í ítrótti og fiskivinnuni vil hann vera á toppinum.

Um Hanus ikki bleiv sjómaður sum ungur, so hevði hann verið kendur fyri at vera ein av teimum 11 á KÍ liðnum, og ein av teimum 7 á Stjørnu liðnum, men lagnan vildi tað so, at hann bleiv kendur sum ein av teimum 4 (Stóru).

Um eg skal lýsa Hanus sum persón, so er hann sera positivur, skemtingarsamur, blíður og gløggur. Og ikki minst hansara gávumildni, sum so nógv hava notið gott av, bæði innan mentan og ítrótt.

Hanus er giftur við Birgit, og eiga tey børnini Jógvan, Edith og Judith.

Hanus - tær verður ynskt hjartaliga til lukku á seksti ára degnum, og blíðan byr framyvir.

.s.n.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo