Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tað hepnaðist ikki at finna leigubát ella at finna aðra skipan fyri at fáa ein bát til undirvísingina hjá Nám X. Tí hava trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mælt býráðnum til at játta Eysturskúlanum 200 túsund til keyp av glastrevjabáti.

Málið er samtykt, bæði í mentamálanevndini og í fíggjarnevndini, og kemur fyri býráðið fyri aðru ferð í kvøld, tí talan er um eina eykajáttan.

Sjóvinnubreytin í Eysturskúlanum er býtt í tveir partar, annar er sjógvurin og praktisk læring, hin er ástøðilig undirvísing. Í praktiska partinum læra næmingarnir um sjómansskap, og tá tað viðrar eru teir á floti og hava møguleika at royna ymsan reiðskap.

Ástøðilgi parturin er undirvísing, sum er skipað av lærarum í Vinnuháskúlanum og við skúlaárslok hava næmingarnir møguleika at fáa prógv fyri frítíðarsiglarar. Aftrat hesum fáa næmingarnir trygdarskeið.

Samanumtikið er undirvísingin á sjóvinnubreytini í Nám X fjølbroytt og førleikagevandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo