Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tilmælið til býráðið í kvøld var at játta umleið 32 miljónir til m.a. keyp av lendi og at heimila umsitingini at gera avtalu við Búnaðarstovuna um at keypa lendið í stigum til framtíðar útstykkingar. Hetta varð einmælt samtykt við aðru viðgerð.

Um hesa tíðina í fjør samtykti býráðið at heimila umsitingini at fara í samráðingar við Búnaðarstovuna um keyp av lendinum til menning av Stórutjørn.

Seinasta árið hevur verið arbeitt við innkomuvegnum, og er arbeiðið við vegnum nú komið so væl áleiðis, at arbeiðsvegurin eftir ætlan verður boðin út fyrsta dagin.

Talan er um eitt stórt øki, sum ætlanin er at menna til framtíðar bý, nærum eina miljón fermetrar. Av tí at lendið er so stórt, og býarmenningin ikki kemur at verða framd í einum, so er ætlanin at gera eina avtalu við Búnaðarstovuna um at yvirtaka lendið í stigum, soleiðis at Stóratjørnverkætlanin og ein møgulig vinnuútstykking kunnu gerast veruleiki, uttan at tørvur er á at ogna sær alt økið í einum.

Tilmælið til býráðið í kvøld var at játta umleið 32 miljónir til m.a. keyp av lendi og at heimila umsitingini at gera avtalu við Búnaðarstovuna um at keypa lendið í stigum til framtíðar útstykkingar.

Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundinum í mars og varð endaliga samtykt við aðru viðgerð í kvøld.

Býráðsfundur [beinleiðis]

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo