Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Ongin skal undirmeta viljan og máttin hjá kinesisa fólkinum at verja fullveldið, segði Ki Jinping í eini talu í dag.

Hann sipaði til kravið, sum Kina leingi hevur gjørt uppá, at Taivan eigur at vera ein partur av Kina, og hann segði eisini, at ein friðarlig sameining vil og kann blíva gjøgnumførd.

Stýrið í Taivan hevur hinvegin lovað, at har fara tey at berjast ímóti eini møguligari innrás úr Kina.

Seinastu dagarnar hevur Kina flutt herfólk til landamarkið, og sambært taivanska verjumálaráðharranum, Chiu Kuo-cheng er tað komið fyri minst 148 ferðir seinastu fýra dagarnar, at kinesisk hernaðarflogfør ólógliga hava flogið í taivanskum loftrúmi. Støðan hevur ikki verið so spent í 40 ár, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo