At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í januar og februar í ár útflutti Kina yvir 60% meira til útlond enn somu tíð í fjør. Innflutningurin úr útlondum vaks 22% sama tíðarskeið.

Tað vísa almenn tøl sum eru kunngjørd í Kina í dag.

Tað er tó ein døpur orsøk til tølini, og hon er sjálvsagt korona. Tí um hesa tíðina í fjør var Kina sera meint rakt av sóttini.

Serliga elektronikkur og klædnavørur verða útflutt - eitt nú verða munnbind tikin fram sum ein ekportvøra, sum hevur sett ferð á útflutningin.

Kina hevur fingið tamarhald á korona virusinum. So skjótt sum tað vísir seg, verður tað avbyrgt við umfatandi avmarkingum, skrivar ritzau.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo