Vága kommuna: Kirstin hevur arbeitt sum deildarleiðari, leiðari og seinastu árini, sum visitastor og fyribyrgjari á Heimatænastuni í Vágum.
Hon varð útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1973, og byrjaði nøkur ár seinni at arbeiða á Sýnini í Miðvági.
Vága- og Sørvágs kommunur og Heimatænastan, takka Kirstin hjartaliga fyri drúgva og trúgva tænastu, og ynskja henni blíðan byr.
Starvið sum visitator og fyribyrgjari er nú deilt í 2 størv, hálva tíð hvørt starvið. Majbrith Reynskor og Arnleyg Haraldsen eru settar í størvini. Vit ynskja teimum báðum hjartaliga til lukku við størvunum, góðan arbeiðshug og blíðan byr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo