Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kiwanis Rósan: Kiwanis Rósan, sum er ein at trimum Kiwanisfelagsskapum í Føroyum, hevur lutað tvær peningagávur út í seinastuni. Onnur er til Barnabata, sum er á 50.000 krónur, og hin til Kvinnuhúsið, ið ljóðar upp á 20.000 krónur.

Peningurin er savnaður inn umvegis lutaseðlasølu.

Áður hevur Kiwanis Rósan eitt nú stuðlað børnum og ungum hjá fløttum úr Ukraina og felagsskapin Firvaldabørn, sum er til foreldur, ið hava mist pinkubørn.

Kiwanis er ein vælgerandi felagsskapur, hvørs endmál er at savna inn pening, sum í høvuðsheitum verður latin góðgerandi átøkum, ið hava við børn og ung at gera. Eisini letur Kiwanis javnan stuðul til barnafamiljur, ið onkursvegna eru komnar í fíggjarligar trupulleikar orsakað av sjúku ella øðrum, ið hevur rakt familjuna.

Tveir aðrir Kiwanis-felagsskapir eru í Føroyum. Umframt Kiwanis Rósan, sum byrjaði virksemi sítt í juni 1991, eru Kiwanis Tórshavn í Havn, og Kiwanis Eysturoy, sum hevur heimstað í Gøtu. Orðið “kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja.”

Tað vóru Bugur Kevioglu frá Barnabata og Frida Dam frá Kvinnuhúsinum, sum tóku ímóti gávunum á ávikavist 50.000 og 20.000 krónur.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo