Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Um vikuskiftið var Kiwanisting í Føroyum fyri Føroyar og Ísland. Umleið 300 fólk luttóku.

Byrjað var í Dómkirkjuni. Millum teirra, ið høvdu orðið vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Her er brot úr røðuni hjá borgarstjóranum:

“Havnar kirkja er eitt søguligt prógv um, hvussu Havnin hevur ment seg.

Gamla kirkjan stóð úti móti Tinganesi. Hon varð bygd í 1609. Men í 1788 varð nýggj kirkja bygd her á staðnum.

Tá stóð, at kirkjan varð bygd “nordenfor byen”. Tí Havnin var bara Tinganes og Reyn.

Bringsnagøta var markið millum býin og hagan.

--

Men Havnin hevur ment seg nógv hesi meira enn 200 árini, síðan kirkjan varð staðsett er.

Býurin er vaksin langt niðan í Hoyvíkshagan og niðan á Argjahamar, og í dag liggur Havnar kirkja ikki norðanfyri býin, men mitt í býnum.

--

Men samfelagið er eisini broytt. Hóast tey flestu megna sítt, so eru onnur, ið hava tað trupult.

Føroyska vælferðarsamfelagið loftar tíbetur, men kortini kunnu verða truplar støður.

Har er Kiwanis ein glotti. Tit hjálpa, har tørvur er á hjálp.

Her í Tórshavnar kommunu hava tit latið nógvan pening til vælgerandi endamál, - serstakliga til tiltøk, ið gagna børnum, - og tað skulu tit hava tøkk fyri.

--

Eg fegnist um at síggja umboð úr grannatjóð okkara her á Kiwanis tinginum í Føroyum. Sambandið millum Føroyar og Ísland, og Havnina og Reykjavík, er serstakt. Tá á stendur hava vit rætt hvørjum øðrum eina hjálpandi hond.

“Eydnan er at finna, har grannar trívast væl,” plaga vit at siga í Føroyum.

Eg haldi, at í so máta eru vit eydnusom her í Norðuratlantshavi. Vit hava góðar grannar í allar ættir.

--

Havnar kirkja er elsta trækirkja, sum framvegis er í nýtslu í Føroyum.  Hon samantvinnar søgu og nútíð. Havnar kirkja vísur á týdningin at varðveita, samstundis, sum vit menna.  Og hóast samfelagið og heimurin broytast, so stendur Havnar kirkja stinn.

--

Góðu tit øll.

Eg vóni, at tit fara at fáa eitt gott Kiwanis ting her í Føroyum og í Tórshavnar kommunu.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo