

Klaksvíkar kommuna fekk 5,8% meira í skattainntøkum fyri 2022 enn árið fyri.
Norðlýsið skrivar, at allar kommunur í Norðoyggjum, uttan Fugloyar kommuna, fingu meira í skattainntøku í 2022 enn í 2021.
Klaksvíkar kommuna fekk slakar 238 milliónir krónur í skattainntøkum í fjør. Í 2021 fekk kommunan umleið 225 milliónir krónur inn í skatti.
Tann størsta vøksturin hevði Kunoyar kommuna. Kunoyingar fingu 12 prosent meira inn í skatti í fjør í mun til í 2021. Í 2021 fingu teir næstan 5 milliónir krónur inn í skatti, meðan teir í fjør fingu 5,6 milliónir krónur í skattainntøkum.
Í Fugloyar kommunu var afturgongdin 11,53 prosent - frá 2,5 milliónum krónum í 2021 til 2,2 milliónir krónur í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo