Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í dag fingu fyrstu íbúgvarnir lyklarnar til nýggju og snotuligu íbúðirnar á Norðoyri, sum Norðhús hevur latið bygt. Verkætlanin byrjaði fyri 12 mánaðum síðani, og longu nú kunnu fyrstu fólkini flyta inn, upplýsir Hjalti Josephsen, stjóri í Norðhús.

- Hetta hevur verið spennandi og eisini eitt sindur øðrvísi. Seinastu árini hava vit fyri tað mesta arbeitt við størri og minni verkætlanum fyri fyritøkur, kommunur og einstaklingar, men hesaferð hava vit so valt at standa fyri allari verkætlanini sjálvir, og tað er nakað serligt.

- Í 2011 bygdu vit fyrsta íbúðarbygningin úti á Norðoyri, men stutt eftir tað kom fíggjarkreppan, og tí fóru vit ongantíð víðari. Men nú eftirspurningurin eftir íbúðum bert er øktur seinastu árini, hildu vit, at vit skuldu gera okkara til, at fáa fleiri íbúðir í hetta økið.

Fyrsti bygningurin hevur 6 íbúðir, ið allar eru seldar, og stutt niðanfyri er longu full ferð komin á ein eins íbúðarbygning, ið eftir ætlan skal standa liðugur í mai í ár. Allar 6 íbúðirnar í bygninginum niðanfyri eru eisini seldar, og stjórin upplýsir, at ein bygningur við 3 íbúðum skal eisini byggjast eitt sindur sunnanfyri, har bert ein íbúð er óseld í løtuni. Seinasti bygningurin skal eftir ætlan standa liðugur hálvan oktober í ár.

- Tað hevur gingið ómetaliga væl at selja íbúðirnar. Tørvurin er stórur, og vit fegnast sjálvandi um, at tað hevur gingið so væl, og at íbúgvarnir hava verið so sinnaðir at finna góðar loysnir saman við okkum.

- Í dag varð farið undir at flyta inn í ljósu íbúðirnar, ið eru 81 fermetrar, og eru innrættaðar við tveimum sovikømurum, umframt stovu, køk, baðirúm og einum uttandura-skúri, sigur stjórin.

Íbúðirnar eru gjørdar orkusparandi við hitapumpu og eru eisini sera væl bjálvaðar. So skjótt kavin er burtur, verður farið undir at asfaltera og fáa ljósviðurskiftini uttanfyri liðug.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo