

Fari inniliga at heita á øll fólkafloksáhugað um at fara á val mánadagin, tí so hava vit ein møguleika at vinna annan sessin.
Hóast veljarakanningar ikki geva Fólkaflokkinum eitt umboð, so hevur søgan víst, at fara fólkafloksáhugað á val, so er stórur munur á kanningum og valúrslitinum.
Tað hevur týdning, at eitt fólkafloksumboð verður valt.
Eftir 15 ár uttan Fólkaflokkin á Fólkatingi hevur hópað seg upp ein røð av óloystum málum.
Her má broyting koma í.
Tí heiti eg inniliga á fólkafloksáhugað um fara á val.
Jørgen Niclasen,
valevni Fólkafloksins til fólkatingvalið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo