Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Klumma í Kvørnini í Skúlablaðnum: At hitta framtíðina er, og hevur altíð verið, spennandi og ein spennandi hugsan at spæla sær við. Tí hvussu sær framtíðin út?

Dúgliga verður altíð gitt. Til dømis, um vit hava flúgvandi bilar, ella kunnu fara á dreymaferðir út í rúmdina um nøkur ár.

Men tað eru als ikki slíkar hugsanir og gitingar, sum flestu okkara sita við í dag. Okkara hugsanir røkka ikki inn í eina framtíð, sum er langt burtur.

Vit hugsa, hvussu verður nú í heyst? Ella komandi ár?

Tí 2020 gjørdist árið, har heimurin legðist lamin vegna koronasmittu. Alt fór niður í ferð. Eisini tilveran. Matstovur, gistingarhús, flogfør og skip løgdu stilt. Fólk mistu størv síni. Summi fingu kanska hjálp úr sonevndum fíggjarligum hjálparpakkum.

Men spakuliga kom ferð á aftur, men enn eru vit ikki komin upp aftur á ferðina, sum vit høvdu áðrenn koronasmittan gjørdi vart við seg. Men kanska ger tað onki, tí kanska vóru vit í veruleikanum tætt við hámarksferðina. So nær, at lítið vantaði í, til bogin varð spentur ov nógv.

Kanska hevur koronakreppan eisini havt nøkur jalig árin, um ikki verður hugsað um fíggjarkervið, hugleiðir Dagfinn Olsen, lærari í Vágs skúla.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo