Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið var 54.072 tann 1. juli í ár. Tað vaks við 698 fólkum ella 1,3% seinasta árið.

Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,5%. 

Vøksturin kemur av burðaravlopi á 163 og nettoflyting á 535.

Størstu kommunurnar vaksa mest í tali
Størsti vøkstur í tali seinasta árið var í Tórshavnar kommunu, har umleið helvtin av samlaða vøkstrinum var. Eisini vaks fólkatalið nógv í millum annað í Klaksvíkar og Runavíkar kommunu umframt í Nes, Eiðis og Sunda kommunu. Størsta minking var í Sands, Hvalbiar, Sørvágs og Sumbiar kommunu.

Í fleiri kommunum er fólkatalið nú tað hægsta, tað hevur verið, síðani byrjað varð at gera fólkatalið upp í 1985: Í Tórshavnar kommunu, har fólkatalið nærkast 23.000, í Klaksvíkar kommunu, har fólkatalið hevur rundað 5.400, og í Runavíkar kommunu, sum nú hevur fleiri enn 4.300 íbúgvar. Afturat teimum kunnu nevnast Sjóvar, Sunda, Eiðis og Vága kommuna. Í talvuni niðanfyri sæst fólkatalið í hvørjari kommunu við tilhoyrandi bygdum 1. juli 2021 og 2022.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo