Ovaru tølini eru fyri kvinnur og tey niðaru fyri menn
Ovaru tølini eru fyri kvinnur og tey niðaru fyri menn
Danskir granskarar hava kannað lungnafunktiónina hjá fólki frá barnsbeini til vaksnamannaárini, og funnið útav, at genini hava ávirkan á, hvør fær KOL.
Tað skrivar Videnskab.dk í nýggjari grein um hetta evni.
Í Danmark liva 400.000 fólk við KOL. Tað er ein sjúka við líðing, sum ger tað trupult at anda og minkar um lívsgóðskuna.
Vit hava leingi fingið at vita, at KOL kemur fyri sum úrslit av at roykja ella anda skaðilig kemikalii inn.
Tað er rætt, men tað er meira í søguni enn so. Nýggjari kanningar vísa, at ávís gen økja um vandan fyri at fáa KOL, skrivar Videnskab.dk.
Í sambandi við greinar, sum hava verið í donskum miðlum um KOL, hava vit spurt, hvussu støðan er í Føroyum.
- Tølini, sum síggjast niðast í greinini, eru fyrstuferð ein sjúklingur hevur fingið skrásett KOL í Cosmic-skipanini, sigur Sjúkrahúsverkið í svarinum.
Út frá tølunum niðast síggja vit, at tilsamans 1475 føroyingar hava fingið staðfest KOL árini 2006 og til higartil í 2025. 761 kvinnur og 714 menn.
Í sambandi við tølini, so sigur Sjúkrahúsverkið, at tey kunnu ikki við vissu siga, hví fleiri KOL-sjúklingar eru skrásettir í Cosmic frá 2012-2014, enn frá 2015 og til dagin í dag.
- Tó meta vit, at orsøkin helst er, at í tíðarskeiðinum 2012–2014 hava tey flutt sjúklingar úr gomlu skjalaarkivunum inn í Cosmic-skipanina.
- Vit vilja gera vart við, at við einum fyrivarni fyri einum møguliga stórum myrkatali í føroyska samfelagnum av ikki staðfestum KOL, so meta vit, at tølini umboða væl teir sjúklingar, ið eru sæddir og staðfestir við KOL í føroyska heilsuverkinum.
Viðvíkjandi hesum fyrivarni, sigur Sjúkrahúsverkið, at tølini kundu bent á, at tað ikki eru so nógv við KOL í Føroyum – meðan veruleikin er, at vit vita ikki, hvussu nógv hava KOL, sum ikki er staðfest, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



