Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tíðirnar skifta, at tað er í dag ikki neyðugt at brenna kol, og síðstu árini hevur framleiðslan verið um 20 tons um árið. Tað er ikki nógv, um vit samanbera við framleiðsluna fyri umleið hundrað árum síðani, tá vit framleiddu fleiri 1.000 tons um árið.

Framvegis eru fólk, sum keypa kol og eru glað fyri møguleikan, sjálvt um vit liva í eini tíð, har alt verður skift frá oljufýri til hitapumpur og jarðhita. Flestu brúkarar av koli eru summarhús kring Føroyar, summi brúka kol afturat teirra hitaskipan, og onkur einkultur brúkari er, sum bara hevur kol at hita við.

Spurningurin er so, hvat vit skulu gera við kolanámið í Hvalba. Tað einasta rætta er at varðveita tað soleiðis, at okkara eftirkomarar eisini kunnu fáa gleði av at síggja, hvussu hetta arbeiðið fór fram.

Ferðafólk, sum koma til Føroya gleðast um møguleikan at sleppa inn í kolanámið í Hvalba og síggja og hoyra, hvussu kol verður vunnið úr náminum. Eisini vitja skúlaflokkar javnan, bæði fólkaskúlanæmingar og næmingar á miðnámi. Summi vitja kolanámið gjøgnum kunningarstovuna á Tvøroyri, og hava hesi sum oftast ein ferðaleiðara við. Onnur koma, tí tey hava sæð ein faldara, og tá vísa starvsfólkini teimum runt í náminum.

Í dag verða játtaðar umleið 700.000 krónur um árið til kolanámið í Hvalba. Peningurin verður nýttur til rakstur og lønir. Í dag starvast tveir mans í náminum, sum verða løntir umleið 9 mánaðir um árið.

Tann politiska skipanin má taka avgerð um, hvat skal henda, um tað skal vera møguligt at útvinna kol í framtíðini.

Um vit fara aftur í søguna, so hevur kolið verið týðandi partur fyri okkara samfelag, úr Danmark var tað umráðandi at fáa barlast til handilsskipini, tí ullvørur tyngdu ikki nokk, so skipini komu inn á Hvalba og lastaðu kol við til Danmarkar.

Vestursíðan av Prestfjalli og Grímsfjalli í Hvalba hava verið kolanám, tey hava verið býtt soleiðis, at óðalsjørð og kongsjørð vóru hvør sær. Heimara síðan inn eftir kolavegnum eru kolanámini. Tað sæst, at dururin er dottin saman, eftir at menn hava útvunnið kolið úr náminum.

Hvalba var landbúnaðarbygd eins og restin av føroyska samfelagnum, tað var torført at halda menninar at arbeiða kol alt árið. Soleiðis hevur tað verið fram í gjøgnum tíðina.

Í seksti árunum byrjar sølan at minka, og hvalbingar byrja at arbeiða aðrastaðni.  Gjøgnum tíðina til aldarskiftið hava menn verið partvíst starvast á kolinum.

Aftaná aldarskiftið varð arbeitt við at fáa nýtt kolanám, ið varð staðsett, har tað er nú. Kolanámið skal einaferð í tíðini koma út vestanfyri í skorarnir, soleiðis at ferðafólk kunnu síggja vøkru sjónina hinumegin. Síðugangir verða gjørdir fyri at nøkta tørvin av koli í framtíðini.

Fyri Sjálvstýri er tað umráðandi, at vit varðveita og uppraðfesta kolagrevstur sum mentan og bjóða til ferðavinnu, skúlar og onnur áhugaði at síggja, hvussu kolagrevstur fer fram.

Kolavinnan er ein stórur partur av mentan okkara, sum má varðveitast, meðan fólk enn eru, sum hava greiða hylling á kolagrevstrinum.

Hans Cecil Poulsen
Valevni á listanum hjá Sjálvstýri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo