

Kollafjarðartunnilin var stongdur eina løtu seinnapartin.
Helst var tað ein gravimaskina, sum hevði koyrt ígjøgnum tunnilin, sum var syndarin, Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki við Kvf.
Av tí at útluftingarskipanin í tunnlinum ikki virkaði sum hon skuldi, var neyðugt at fáa eina eyka viftu úr Klaksvík, sum fekk blást tunnilin ígjøgnum eftir eini løtu, og so var aftur koyrandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo