Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Taki undir við leiðaranum á Portal.fo í dag.

Skula vit trúgva veljarakanningum hjá spyr.fo fáa vit somu samgongu, sum vit høvdu seinast. Altso eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.
Kollektiva minni er sera stutt.

Samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Framsókn, sum legði frá sær fyri góðum 3 árum siðani, var snøgt sagt ikki arbeiðsfør frá fyrsta degi av.

Tað valdaði satt ráðaloysi og mangan reinur hurlivasi undir hesi samgonguni.

Hesin hurllivasi førdi eisini til, at Fólkaflokkurin og sitandi samgonga fekk metstóra undirtøku frá veljaranum til valið í 2019.

Sitandi borgarliga samgonga hevur seinastu 3 árini gjøgnumført stórar reformar á øllum økjum, tað verið seg á almannaøkinum, í sjúkrahúsverkinum og á vinnuøkinum.

Bara til almannamál og heilsumál er árliga játtanin økt við 700 mill. kr. Hesi øki vóru fullkomuliga undirfíggja og afturúrsilgd undir samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Støðan í Føroyum hevur ongantíð verið betri enn júst undir hesi samgonguni:

Útflutningurin er methøgur, arbeiðsloysi er metlágt, inntøkurnar hjá landskassanum eru methøgar, búskaparvøksturin er methøgur og tilflytingin til Føroyar er methøg.

Sitandi samgonga hevur til dømis longt barsilsfarloyvi, og ætlar eisini at økja gjaldið úr barsilsskipanini.

Samgongan hevur sett sær fyri at hjálpa teimum, sum eru harðast rakt av inflatiónini og samgongan arbeiðir í løtuni við einum skattalætta til tey lægst løntu.

Samgongan hevur sett gongd á bústaðarbygging í m.a. Tórshavn og Eysturoynni.

Skula vit trúgva spyr.fo, fáa vit sum sagt enn einaferð eitt systemskifti í Føroyum.

Javnaðarflokkurin útihýsir Fólkaflokkin og hevur sostatt sett blokkpolitikk í Føroyum í system.

Eg eri púra samdur við Inga Samuelsen tá hann sigur, at hesin blokkpolitikkurin er skaðiligur fyri føroyska samfelagið.

Blokkpolitikkur signalerar spjaðing og óstabilitet.

Óstabilitetur er ongantíð góður fyri nakran, hvørki fyri fólk, samfelag ella vinnuliv.

Eg vænti tó ikki, at minnið hjá føroyska veljaranum verður so stutt, tá avtornar.

Veljarakanningarnar eiga tó at vera ein ávaring til borgarligar veljarar.

Vit mugu standa saman fyri at tryggja stabilitet og vøksur í føroyska samelagnum - øllum at gagni.

Christian Andreasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo