Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Farnu viku hava vit hoyrt, hvussu nógvar skilaleysar nevndir verða settar av tí almenna at koma við álitum at leggja í skuffuna hjá løgmanni.

So gongur tíðin við tí, og nakrir nevndargreðingar afturat kunnu arbeiða seg upp ígjøgnum kjøtrondina av almennum nevndum, tí teir mest brúktu eru blivnir ov gamlir.

Ungdómur skal til og fakligheit skal ráða.

Soleiðis er eisini á miðlaøkinum, har søkjast kann um stuðul.

Men harragud sum hetta er einsíðugt.

Dimmalætting, Føroya elsta pappírsavís, sum nú verður prentað í Danmark og kemur fram um tað viðrar, og hartil er tann eksisterandi miðil, sum oftast er farin av knóranum, fær nú henda kunstiga andadrátt. 

Í staðin fyri at vita, um haldarar yvirhøvur vilja hava Dimmuna, óansæð hvat hon skrivar um, so velur hon at leggja snápilin niður í landskassan at fáa stuðul í høvd og reyv at skriva um grenj og annað í Havn. 

Harragud altso.

Hvør er miðlavisjónin hjá Dimmu, sum fór inn í nýggju øldina við eini stórbærari millennium ætlan? 

Higartil er hon so ikki komin lesarunum til góða á nakran nýskapandi hátt, tá um miðlar ræður, tað verið seg á pappíri ella neti. 

Hasir pengar høvdu farið betur til Kringvarpið at bøtt um web síðuna á tí miðilinum, tí har stendur illa til, serliga um vikuskiftið, tá eingin arbeiðir.

Sosialurin fær eisini nakað og smærri miðlar við. 

Vit halda at almennir stuðulsmøguleikar av hesum slagnum eru ein táta, sum er partapolitisk útgjaring av bíligasta slag og tað bera roks við øllum hesum fakliga nevndarriðili. 

Lat bløðini, tí tað eru tey, sum fara við pengunum, liva teirra egna lív - og klára tey ikki tað, so lat tey falla. 

Almennur stuðul til pillbýttar ætlanir, tænir ongum øðrum endamáli enn at fáa ilt í fólk – ja, so kanska eisini at spæla kong gularót á kjallararedaksjónum sum Dimmu. 

Tað almenna eigur at halda uppat við hesum kunstiga andadrátti, sum verður framdur undir einum undarligum viktorianskum tanka um eftirlit hjá tí almenna. 

Lat hatta fara.

Hatta nørir bara hugin hjá nevndargreðingum at sleppa at sita í nevnd og at fáa vaksið fólk í eini veikari løtu at søkja um stuðul til ørvitisprosjekt.

Burt við hasum. 

Ad-hoc toymið

Les eisini:

13 umsóknir fingu miðlaverkætlanarstuðul

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo