Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var lítið av skaðafrøi at hóma í exit-Føroyar tíðarskeiðnum fyrst í nítiárunum. Og kanska mong hildu, at fólk høvdu lært, ikki at válka sær í vanlagnuni hjá øðrum.

Generelt vístu fólk forstáilsi og høvdu umsorgan fyri teimum, ið komu illa fyri. Har neyðin var størst, var hjálpin næst.

Tað kunnu vera túsundtals orsøkir til at koma illa fyri, ikki at røkka sínum málsetningi, ella at koma heilt út á eitt skráplan – og tað byrjar alt við, at nakrar rokningar liggja eftir.

Fíggjarkreppa kann - sum vit jú hava upplivað - koma uttanifrá. Fíggjarlig kreppa kann standast av sjúku. Í mongum førum lærdu vit, at størstu kreppurnar stóðust av arbeiðsloysi. Gott gamaldags fiskaloysi ella óhepni eru so altíð viðvirkandi orsøkir.

Ongin stendur til stuttleika á rættargangslistanum. Mong minnast hvussu stór vanlagna tað kundi vera, at verða skrásettur í RKI, - det danske register for dårlige betalere.

Har endaðu fólk ikki, tí tey ynsktu ella ætlaðu tað, tí fyri tey flestu var tað ein stór vanlagna omaná fleiri aðrar smærri vanlagnur.

Sum helst byrjaðu við nøkrum fáum ógoldnum rokningum.

Ongin flennir ella válkar sær í vanlagnu teirra, ið søkja jólahjálp. Ella teirra, ið søkja um ein lætta, tí tey av sera ymsum vanlukkuligum orsøkum eru endað undir fátækramarkinum eitt bil.

Tey flestu okkara eru somikið at okkum komin.

Summi eru ikki somikið at sær komin.

Summi trívast við at válka sær í vanlagnuni hjá øðrum. Og tá er eitt nú rættargangslistin eitt gott mið. Er mann nóg morðgírigur og einki annað hevur at takast við, so kann mann geva sær stundir at leita áratíggju aftur í tíðina eftir ógoldnum rokningum og inkassokrøvum.

Familjur og børn skítur mann á, tá listin av gomlum ógoldnum rokningum verður lagdur út á blik. Smátt umhvørvi. Øll kenna øll.

Er so viðkomandi skeivumegin í politiska spektrinum, so er bara talan um eitt enn betri offur.

Tíðindavirðið er onki í tí. Vaksin fólk hava øll upplivað ógoldnar rokningar – men stuttligt er tað ikki hjá familjum, ósekar at vera útstillaðar á henda hátt.

Men okkurt skulu tómar hendur gera. Eisini danskar talgildar sokallaðar tíðindatænastur.

Fý for ólukkan.

Skuldarleysur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo