Tað sigst, at tað kostar 300 mió kr meira um árið at halda fólkini í Tórshavnar kommunu glað og nøgd í ár enn tað kostaði í 2020.
- Eru vit glaðari ella meira nøgd nú? Tvørtur í móti.
Góðu øll í Tórshavnar kommunu.
Í dag, tann 12 september, eru tað akkurát tveir mánaðir til dagin, tá ið tú og áleið 17.000 onnur folk í Tórshavnar kommunu kunnu fara á val.
Tá kunnu tit velja 13 tey best skikkaðu fólkini, sum skulu fordeila eina risa stóra upphædd útaftur til okkum øll. Hvat ynskir tú skal raðfestast?
Meðan tú hugsar, so kann eg leggja út, og siga hvat eg hugsi er týdningarmest at raðfesta nú.
Eg hugsi, at vit skulu aftur til kjarnuuppgávurnar/tænasturnar og brúka pengarnar til tað ið alt veruliga snýr seg um, fólkini í Tórshavnar kommunu. Til tey sum búgva her, og sum hava ein gerandisdag her.
- Vit hava brúk fyri einum smidligum gerandisdegi.
- Vit hava brúk fyri at vita, at tá vit eru til arbeiðis, so hava børnini hjá okkum tað sum blomman í egginum.
- Vit hava brúk fyri at vita, at tá vit leggja okkum at sova um kvøldi, eru góð vaksin um okkara foreldur við lív ov sál.
- Vit hava brúk fyri, at okkara børn og ung kunnu hava eitt virkið frítíðarlív, sum er sunt fyri sinn og skinn.
- Vit hava brúk fyri at fáa øll við aftur í frítíðarvirksemið og tryggja, at ein fíggjarstøða hjá foreldri aldrin er avgerandi fyri hvørjar møguleikar barnið hevur at virka í kommununi.
-Vit hava brúk fyri, at øll børnini í kommununi hava somu møguleikar og fáa sama góða tilboð.
- Vit hava brúk fyri at trívast tá vit eru úti, heima hjá okkum sjálvum, og í almennum rúmum, úti sum inni.
Tað er einfalt, spyrt tú meg.
Hví er tað so 300 mió dýrari at reka kommununa nú?
Tað kann ikki passa, at tað kostar 300 mió krónur meira fyri okkum øll, at vit eru 1271 fleiri fólk í Tórshavnar kommunu nú, samanborið við 1 janaur 2020 (tá verandi býráð tók við).
Tað kann ikki passa at hesi 1271 fólkini eru so dýr fyri kommununa.
Kann tað so kanska passa, at raðfestingin av stóru felagspuljuni á 1316 mió kr ikki vendir rætt? Ja, hvørtfall um tú ynskir tær hasa kommununa sum eg royndi at lýsa omanfyri. Hon er hinvegin ikki so dýr, men er uttan reyð bond at klippa.
Vit 23.208 fólkini í kommununi hava brúk fyri einum haldgóðum gerandisdegi. Hvønn dag.
Vit hava brúk fyri at fara aftur til kjarnuuppgávurnar hjá kommununi, raðfesta og røkja.
Vit hava brúk fyri at raðfesta okkara børn, okkara framtíð og bara yvirhøvur, fólk.
Komið aftur til kjarnuuppgávurnar 12 nov.
Heidi Lava Elgeirsdóttir,
Valevni fyri Tjóðveldi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo