Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Kringvarpið: Ellis- og røktarheimið á Sýnini í Miðvági kostar væl meira at umvæla enn upphæddin, sum landið hevur játtað kommununum.

Landið játtaði upprunaliga 31,5 milliónir krónur í studningi og rentufríum láni, tá Sørvágs- og Vága kommunur í 2014 yvirtóku heimið.

Nú heimið skal umvælast, siga kommunurnar, at umvælingin fer at kosta kosta 10 milliónir meira, altso omanfyri 40 milliónir krónur, skrivar Kringvarpið.

Kommunurnar søktu 30. september Fíggjarmálaráðið og Almannamálaráðið um, at landið rindar helvtina av teimum 10 milliónunum, og at kommunurnar sjálvar rinda hinar fimm milliónirnar.

Men landsstýriskvinnurnar, Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen, vísa á í svari til kommunurnar, at tað stendur longu í avtaluni, at møguligar meirútreiðslur eru landskassanum óviðkomandi, og tí fáa kommunurnar ikki meira pengar úr landskassanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo