Fyri nógvum árum síðan bygdi Vága Bjargingarfelag dupulta "garagu" á økinum hjá heiminum á Sýnini í Miðvági. Treytin frá heiminum á Sýnini var, at tey sluppu at nýta aðra "garaguna" meðan bjargingarfelagið nýtti hina.
Tað vísti seg, at sum fráleið, hevði heimið á Sýnini brúk fyri báðum "garagunum". Fundur var tí hildin millum stýrið fyri heimið á Sýnini og Vága Bjargingarfelag um, at heimið á Sýnini keypti "garagurnar" frá VBF.
Prísurin var tá avtalaður til kr. 300.000,-. Nú eru nógv ár síðan henda fund, men meira hendi ikki í málinum so leingi, sum Landið átti heimið á Sýnini.
Nú, eldraøkið er yvirtikið av kommununum, vendir VBF sær til kommunurnar við áheitan um, at tær vilja keypa "garaguna" fyri kr. 300.000,-.
Kommunurnar vóru samdar um at keypa.
Mánadagin tann 14. desember 2015 skrivaðu Regin Jespersen, formaður fyri Vága Bjargingarfelag, Sune Jacobsen borgarstjóri í Sørvágs kommunu og Rósa Samuelsen borgarstjóri í Vága kommunu undir sáttmála, har Vága bjargingarfelag avhendar “garaguna” til kommunurnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo