Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Havi hugsað um tað er rætt at siga nakað um kommunusamanlegging, tá vit hava eina fólkaatkvøðu at fyrihalda okkum til sum ikki er meir enn gott 2 ára gomul.

Lat meg sláa fast beinavegin, um eg verið vald aftur, verður tað ikki tað fyrsta eg farið at taka upp, men eg haldi vit eiga at viðgera henda spurning, sum allatíðina er og verður aktuellur, tí stendur hetta fyri mína egnu rokning, og ikki listan.

Orsøkin til at eg haldi tað er rætt, er av fleiri orsøkum. Geografiskt er eru vit rættuliga tætt uppat hvørjum øðrum hóast vit í Vágum telja 6 bygdir. (Mykines)

Vit hava eina siðvenju ígjøgnum felagskommununa, sum man verða út við eini 50 ára gomul at arbeiða saman. Hetta samstarvið hevur verið fyrimyndarligt, upp ígjøgnum tíðina. Tað feskasta er samstarvi um eldraøkið og útbyggjan av sýnuna, eitt talandi dømi. 

Eg siti her og geri mínar tankar um framtíðina hjá kommununi, sum vit eru góð við. 

Vit tosa um ferðavinnu, vinnulív, ungdómin, eldraøkið, tilflytarar og flogvøll fyri at nevna nøkur dømi.

Gevur tað meining í einum í framtíðarsambandi fyri Vágar hvør sær? Nei, lat okkum tí fáa eitt gott samstarv í fyrstu atløgu.

Eina ferðavinnu fyri Sørvágs kommunu?  Nei, men fyri Vágar gevur tað meining.
 
Gevur tað meining at skilja okkara ungdóm at í Vágum, og tosa um ungdómsleiðara fyri báðar kommunurnar? Nei, men at lata tey verða saman, so tey fáa felags fatan, hvussu tey kunnu menna oynna, tað gevur meining.

Gevur tað meining, at tosa um intergratiónspolitikk fyri Sørvág? Nei, men fyri oynna. 

Tað hevði heldur ikki givið meining at skilt eldraøkið sundur í tvær kommunur. Vit í Vágum hava staðið øksl móti øksl tá talan hevur verið um at vart borg. Her hugsi eg um flogvøllin og tunnilin. Hvør sær hevði hetta verið tungt.

Hetta er bara nøkur ting, sum eg her nevni, tað kundi verið fleiri. 

Spyrt tú fólk á gøtuni, eru meiningarnar ymiskar um tað er rætt at leggja saman. Men tað vil altíð verða ymiskar meiningar, broytingar av hesum slag vilja altíð hava ein ávísan iva og tíð, og tað eiga vit at góðtaka. 

Persónliga vil eg heldur verða við í einari tilgongd at leggja kommunurnar saman heldur enn at fáa tað smoygt yvur høvdið, tað eri eg bangin fyri fer at henda um ikki so nógv ár. 

Thordis Skaalum
Gev okkum ein dyggan stuðul - Listi A
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo