Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Verður føroyska FAS skipanin misbrúkt, er hetta eitt mál ið politiska skipanin eigur at taka upp til viðgerðar.

Málið um Kongo pengarnar bleiv umtalað í KVF fyri nærum trimum árum síðan.

Í døgunum upp til dokumentarin ”Kongoránið” herfyri, legði heimasíðan hjá KVF út umleið 30 ymisk uppsløg um pengarnar úr Kongo.

Eitt miðvíst ”hype up” fór fram í eina heila viku og hevði helst til endamáls, at hita upp og pallseta til stóru ”finaluna” mánakvøldið 29. nov. tá KVF sendi ”dokumentarin Kongoránið”.

KVF hevði frammanundan fortalt okkum, at nú var so nógv nýtt komið undan kavi í mun til tað, sum vit hoyrdu um málið í 2019 og at allir heimsins miðlar nú vóru vaknaðir.

KVF gav okkum ta fatan, at kongopengarnir eru nærum høvuðstíðindi kring allan heim og at journalistar frá KVF hava gingið á odda við ”avdúkingum”.

Ein einføld google leiting staðfestir eina heilt aðra mynd. Málið tykist ikki at vekja ans uttanlands.

Norðurlendskir miðlar sum norska VG og danska Politiken, ið sambært KVF hava arbeitt saman við KVF um kongopengarnar, umrøða ikki hetta mál. Journalistiska sjálvdyrkanin í KVF minnir meira um eina aprílsøgu enn um verulig tíðindi.

Pengar úr Afrika eru neyvan breaking news í okkara parti av heiminum.

Um feðgarnir Alain Wan og André Wan hvítta pengar saman við Josef Kabila, so fær tað neyvan nógvar føroyingar upp úr stólinum.

Tað skulu føroysk stjóraandlit og føroyskir lógbrótarar fram í ljósið og helst skal landskassin hava mist pening, áðrenn fólk her á landi veruliga leggja í at øsa seg.

Eitt toymi frá KVF hevur verið í Fraklandi og granskað í 3.500.000 dokumentum úr Kongo.

Skjølini eru fyri tað mesta skrivað á fronskum.

Barbara Holm váttaði ein mánamorgun í ”Góðan Morgun Føroyar”, at eingin í toyminum dugdi fransk.

Hetta styrkir so ikki um álitið á gravandi public service journalistikkin hjá KVF.

Ein juristur váttaði í Degi og Viku at tað var ólógligt at stjala pengar.

So fekk SVF hyggjarin tað staðfest.

Dokumentarurin ”Kongoránið” váttaði tað, sum mong frammanundan mundu hava illgruna um.

KVF hevur ikki proportiónssans.

KVF royndi í sendingini at kriminalisera nakrar navngivnar føroyingar og pengastovnar.

Hesi hava noktað at úttala seg um málið.

Í vanligari rættarfatan eru fólk ósek inntil tað mótsatta er prógvað, men í KVF koma illgitingar altíð ákæranum til góðar.

Útvið 200 mál um møguligt hvítvask vóru í fjør fráboðað løgregluni av BankNordik.

Í fjør fekk danska løgreglan SØIK omanfyri 60.000 líknandi fráboðanir frá donskum bankum.

Mett verður, at av hesum kemur ca. 1% úr Føroyum.

Hóast hesa flóðaldu av politifráboðanum, so er KVF firtið inn á BankNordik, av tí at bankastjórin noktar at bróta bankalógina og lata seg avhoyra av KVF.

At KVF ikki virðir galdandi lógir, men metir seg at vera omanfyri lógina sigur alt um, hvussu sjálvhátíðarligur okkara public service stovnur er.

At fleiri persónar nokta at vera við í bandaðari samrøðu við KVF er so sera lætt at skilja, tá hugsað verður um, hvussu onnur hava verið viðfarin, tá tey góðtrúgvin hava valt at sagt ja til samrøðu.

Avtalubrot og loyniupptøkur hava eyðkent slíkar sendingar og KVF hevur harvið veðsett sítt trúvirði.

Føroyskir miðlar hava eins og útlendskir, sagt lítið og einki um kongomálið.

KVF royndi nærum dagliga eftir ”finaluna” at kóka málið upp fyri at halda lív í sínum egna barni og fáa eina øsing at breiða seg.

Men illa gekst.

Kongomálið minnir nú um dovið jólabryggj.

Verður FAS skipanin misbrúkt til hvítting, so er talan um eitt mál, sum avgjørt eigur at fáa miðlaumrøðu her á landi.

Men dokumentarurin ”Kongoránið” stóð als ikki mát við ta reklamu, ið KVF í fleiri dagar hevur gjørt fyri hesi sýning.

Tað var trupult at síggja nakað stórvegis nýtt í málinum samanborið við tað, sum kom fram um sama mál í 2019.

Fakliga tykjast miðlafólkini at vera illa ílatin, tá tey eyðsýnt ikki duga at gera mun á hugtøkunum skattaskjól og hvítvask.

Fyri fólk, ið hava skil fyri hvítting, tyktist sendingin fløkt og ósamanhangandi.

Tað sigst at eitt toymi uppá 5-6 fólk frá KVF hava verið í Fraklandi og útslitið av hesi ”frítíðarferð” er ein dokumentarsending uppá 55 minuttir, harav helmingurin av sendingini er søgan hjá Kongo áðrenn 1960.

Hví skal Dollin, sum andaðist fyri meira enn 100 árum síðan, dragast inn í kabilanetverkið?

Er so lítil substansur í 3.500.000 skjølum, at Dollin skal vekjast til lívs fyri at toyggja eina sending til 55 minuttir?

At KVF sendir eitt heilt toymi til Fraklands at kanna fronsk skjøl, kostar óivað nógvan pening.

Spurningurin er um henda peninganýtsla stendur mát við tað journalistiska nyttuvirðið ið fekst burturúr.

KVF er sum kunnugt fíggjað við tvangsgjøldum frá tolnum føroyingum.

Tey, ið rinda kringvarpsgjald, hava tí ikki bert áhuga í at vita, hvussu Joseph Kabila og hansara fólk í Afrika umsita pengar, men hava eisini áhuga í at vita, hvussu KVF umsitur tvangsinntøkurnar.

Tað er vert at hava í huga í hesum døgum, nú stýrisformaðurin í KVF gremur seg um vantandi inntøkur og sparingar í KVF.

Summi liva av at hvítta og onnur liva av at sverta.

Hetta er business as usual.

FAS skipanin treingir óivað til at endurskoðast, men tað ger KVF so avgjørt eisini.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo