

Oddagreinin í Norðlýsið: - Við at lesa bloggin hjá Birgiri Kruse, “At flúgva undir radaranum fyri at gera størstan skaða”, fær lesarin ta fatan, at ein myrk konspiratión er gjørd millum Betesda og Hvítu Húsini, sum Norðlýsið verður lagt undir at katalysera, eins og uppskotið um Bústaðir er við í hesi konspirasjónini, ið skal eitast fyri at botna í havnahatri.
- Men verður greinin nærlisin, eru fleiri ábendingar um, at Birgir Kruse bert er særdur av, at Carla Sands ikki vitjaði sín bý.
- Fyri tað fyrsta vitjaði Carla Sands ikki í Betesda, men í Christianskirkjuni, skrivar Norðlýsið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo