Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fíggjarnevndarfundur í dag, um skjal at játta 3,5 mió.kr afturat til kunning, kanning og sóttarhald.

Sjálvandi skal peningur finnast til tað, men eftir mínum tykki eigur landsstýrið sjálvt størsta partin av orsøkini til øktu smittutølini.

Ilt er at fylgja við tilmælunum, og samanhaldið millum føroyingar er hótt av tí at landsstýrið loyvir summum tiltøkum, og noktar øðrum, tó at tey at síggja til føra sama smittuvága við sær.

Eisini upplýsti landslæknin at ríkiligt er til av koppsetingarevni, men at teimum tørva fólk til koppsetingar.

Skulu vit røkka bólkaimmuniteti, so skulu minst 70% læta seg koppseta.

Álvaratos, komið nú føroyingar. Latið tykkum koppseta nú, so vit sleppa undan at “offra” børnini til koppsetingarætlanina.

Hinvegin, røkka vit ikki bólkaimmuniteti gjøgnum koppseting, so er tað gjøgnum sjúkuna við røkka immunitetinum, og tað kann kosta mannalív.

So gerið ikki sum Jenis. Verið samhaldsføst móti næstanum, og børnunum.

Gott í tykkum, koppsetið tykkum nú!

Páll á Reynatúgvu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo